ÍTRÓTTAFAGNAÐURIN: Jan Günther fekk heiðursskjal Poul E. Petersen

Sætti heiðurin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll er handaður

Tað var Kerstin Laksáfoss, nevndarlimur í ÍSF, ið handaði Jan Günther heiðurin.

Í kvøld er Ítróttarfagnaður í Løkshøll í Runavík.

 

Sætti heiðurin í kvøld var: Heiðursskjal Poul E. Petersens.

 

Legendariski judo-íðkarin og venjarin, Jan Günther fekk heiðursskjalið fyri mongu tøkini hann hevur tikið fyri føroysku judo-ítróttina. Tað var Kerstin Laksáfoss, nevndarlimur í ÍSF, ið handaði Jan Günther heiðurin. 

 

Skemtiliga segði Jan í samrøðu við Trónd Arge, at tað var upp á tíðina, at hann fekk heiðurin: - Judo hevur sína egnu filosofi úr Japan, har ein roynir at vera hampuligar, sjálvt um ein bankar hvønn annan, sigur Jan um serligu ítróttina hann er heiðraður fyri at taka nógv tøk fyri. 

 

 

 

Tað var Kerstin Laksáfoss, nevndarlimur í ÍSF, ið handaði Jan Günther heiðurin.