Javnstøðulógin 30 ár í dag

Hon var ein tungur burður og kostaði eina landsstýrissamgongu. Men fyri 30 árum síðani varð hon umsíðir samtykt í Løgtinginum

Jona Henriksen var fyrsta kvinna, sum hevði fast sæti á tingi. Tað fekk hon 20. mars í 1975, tá hon tók sæti sum føst varakvinna fyri landsstýrisfólk.

Tað var annars samgongan frá 1985-89, sum hevði sett sær fyri at fáa samtykt lógina um javnstøðu millum kvinnur og menn. Tað var samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Men har kom sperðil í. Tað var málið um 266b, sum órógvaði so illa. Tað var broytingin í revsilógini um, at tað skuldi verða bannað at happað fólk fyri at verða samkynd, sum skapti stóra øsing um siðloysi, sum eisini gekk út yvir javnstøðulógina.

Tá rokið um 266b var við at leggja seg í 1988, varð málið um javnstøðulógina lagt fram. Men hetta »siðloysi« vildi Kristiligi Fólkaflokkurin heldur ikki vera við til. 

Flokkurin kravdi, at løgmaður tók uppskotið aftur. 

Tað vildi Atli Dam ikki hoyra talan um. 

Vildi Kristiligi Fólkaflokkurin ikki vera við til at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á hendan hátt, so mátti flokkurin heldur fara.

Og soleiðis bleiv tað. Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni – og hin helvtin av flokkinum, sum var farin í tvíningar, Adolf Hansen, kom upp í samgonguna í staðin.

Adolf Hansen hevði tá stovnað Framsóknarflokkin, og landsstýriskvinna fyri Framsókn gjørdist Karolina Petersen.

Men javnstøðulógin mátti bíða. Tingmenn hildu tað vera siðloysi og ógudiligt at fremja javnstøðu millum menn og kvinnur við lóg...  

...Og Ikki fyrr enn seks ár seinni, var løgtingið búgvið til at samtykkja javnstøðulógina. Tað gjørdi Løgtingið tann 15. apríl í 1994 við atkvøðunum hjá øllum samgongutingfólkunum uttan Lassa Klein og hjá andstøðutingfólkunum Birgiri Danielsen úr Fólkaflokkinum og Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum.

 

##med2##

 

Úr gerðabókini hjá Løgtinginum:

 

3. viðgerð av tingmáli nr. 122/1993: Løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn.

 

Lógin sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 18-6-5-3 atkvøðum. Atkvøtt varð við navnakalli soleiðis:

 

Ja atkvøddu:

 

Birgir Danielsen

 

Lisbeth L. Petersen

 

Heini Johansen

 

Sommer Winther

 

Frank Davidsen

 

Manne Næs

 

Jógvan A. Johannessen

 

Vilhelm Johannesen

 

Sverre Midford

 

Henrik Old

 

Jacob Lindenskov

 

Dan Petersen

 

Karl Heri Joensen

 

Helena Dam á Neystabø

 

Hans Tausen Olsen

 

Hergeir Nielsen

 

Heini O. Heinesen

 

Hildur Patursson

 

 

 

Nei atkvøddu:

 

Óli Breckmann

 

Svend Aage Ellefsen

 

Anfinn Kallsberg

 

John Petersen

 

Niels Pauli Danielsen

 

Tordur J. Niclasen

 

 

 

Atkvøddu ikki:

 

Jógvan Sundstein

 

Finnbogi Arge

 

Flemming Mikkelsen

 

Jógvan Ingvard Olsen

 

Lasse Klein

 

 

 

Burturstaddir:

 

Olaf Olsen

 

Terje Davidsen

 

Edmund Joensen

 

 

 

Málið avgreitt.

 

Jona Henriksen var fyrsta kvinna, sum hevði fast sæti á tingi. Tað fekk hon 20. mars í 1975, tá hon tók sæti sum føst varakvinna fyri landsstýrisfólk.

Grein úr Sosialinum 19. apríl í 1994 (trýst á myndina fyri at fáa størri mynd)