Jóan Símun og liðfelagarnir hildu lív í meistaravónini

Í dag lá betri fyri við málskjótingini hjá Shkupi

Seinnapartin tók liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini, Shkupi móti Makodonija GP á heimavølli. 

 

Í dag eydnaðist tað betri hjá Shkupi við málskjótingini aftaná fleiri 0-0 javnleikir seinastu vikurnar. Shkupi vann dystin 3-1. Í steðginum var Shkupi á odda 1-0.

 

Jóan Símun var á vøllinum fyri Shkupi teir seinastu 20 minuttirnar av dystinum. Tá Jóan Símun kom á vøllin var Shkupi á odda 2-1. 

 

Shkupi hevur 54 stig á øðrum plássinum, sama stigatal sum oddaliðið, Struga sum eisini hevur 54 stig, men hevur leikt ein dyst færri.

 

Struga tekur móti Shkupi í tí seinasta umfarinum, ið verður leikt 19. mai, og tí ræður um hjá Jóan Símuni og liðfeløgunum um ikki at missa takið í oddastríðnum.

 

Komandi fríggjadag klokkan 14 spælir Shkupi seinnu hálvfinaluna í steypakappingini á útivølli móti Tikves. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 0-0.