Jóhan og Flensburg vunnu greitt á Eliasi og Kiel

Flensburg Handewitt vann greiðan sigur á THW Kiel í 110. útgávuni av "Nord-Derby" í bundesliguni

Lagt var upp til eitt brak, og nógvir føroyingar sótu frammanfyri sjónvarpsskíggjan og hugdu eftir TV3 Sport, tá THW Kiel við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Flensburg Handewitt við Jóhan á Plógv Hansen spældu 110. útgávuna av prestisjufullu norðurtýsku grannauppgerðini í bundesliguni, ið verður nevnd "Nord-Derby".

 

Kiel hevði eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men tað var Flensburg sum var greitt omaná og vann dystin so trygt sum 33-26. Í steðginum var Flensburg á odda 13-10.

 

Kiel kom upp á javnt 14-14 tíðliga í seinna hálvleiki. Men so dróg Flensburg frá og var eitt skiftið á odda bæði 30-21 og 31-22, og væntaði spenningurin bleiv av ongum.

 

Elias og Jóhan vóru samdir um at skora upp á 50 prosent av teirra málroyndum. Elias skoraði trý mál upp á seks málroyndir og legði upp til eitt mál, meðan Jóhan skoraði fimm mál upp á 10 málroyndir. Báðir vóru millum teir næstbestu málskjúttarnar hjá sínum liðum.

 

Flensburg hevur vunnið báðar dystirnar móti Kiel í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Flensburg er triðfremst í bundesliguni við 39 stigum, meðan Kiel er nummar fimm við 34 stigum. Kiel er eitt stig aftanfyri Melsungen, ið tó hevur spælt tveir dystir fleiri enn Kiel. 

 

Í morgin klokkan 15.30 taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti botnproppinum, Ballingen-Weilstetten í Max Schmelling høllini í Berlin. Füchse Berlin er fremst við 43 stigum, eitt stig frammanfyri Magdeburg, ið hevur spælt ein dyst færri enn Füchse Berlin. 

 

THW Kiel - Flensburg-Handewitt 26-33 (10-13)

 

THW Kiel málskjúttar:
Patrick Wiencek 4
Petter Overby 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu3
Nikola Bilyk3
Rune Dahmke 3
Niclas Ekberg 2
Magnus Landin 2
Steffen Weinhold1
Eric Johansson 1
Harald Reinkind1
Karl Wallinius1
Domagoj Duvnjak1

 

 

 

Flensburg-Handewitt málskjúttar:
Johannes Golla9
Jóhan á Plógv Hansen 5
Jim Gottfridsson 5
Simon Pytlick 4
Boris Zivkovic4
Mads Mensah Larsen 2
Emil Jakobsen 1
Lasse Møller1
August Pedersen 1
Lukas Jørgensen 1

 

Kelda: hbold