Jóhan Vest settur sum stjóri í Flogbóltsssambandi Føroya

Jóhan Vest settur sum stjóri í Flogbóltsssambandi Føroya

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya - FBF - hevur sett Jóhan Vest sum stjóra í Flogbóltssambandi Føroya.

 

- Jóhan er sandingur búsitandi í Oyndarfirði, har hann í nógv ár hevur verið formaður í ítróttafelagnum í Oyndarfirði, ið er bygdarfelagið har í bygdini. Jóhan hevur somuleiðis sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu.

 

Jóhan Vest byrjar formliga í starvinum 1. mars.