Julia til norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar

Til tað føroyska meistaraheitið hin 30. mars, megnaði Julia Jacobsen kravið til tey norðurlendsku meistaraheitini fyri juniorar.

Kravið fyri, at Julia skuldi koma við, var ein sonevndur tveykampur á 157 kg. Hetta megnaði hon, tá hon til føroyska meistaraheitið treki 70 kg. og stoytti 87 kg. 

 

Julia hevur vant vektlyfting hjá Stoyt við Pól sum venjara síðan februar í 2022.

 

- Hon hevur síðan fyrsta dagin lagt nógva orku í sína venjing og hevur stríðst seg fram til hetta flotta úrsliti. Julia venur til dagligt í Suðuroy, men fer summi vikuskiftir til Havnar at venja saman við sínum venjara og øðrum lyftarum hjá Stoyt.  

 

Soleiðis skrivar Stoyt á sínari heimasíðu.

 

Lagt verður aftrat, at norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar verður hildið í Keypmannahavn í døgunum, 15.-16. november.

 

##med2##

 

- Tó, áðrenn Julia fer avstað, hevur hon aðrar kappingar, sum hon skal luttaka í. Um 10 dagar skal hon luttaka í danska meistaraheitinum fyri seniorar. Her er málið hjá henni at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerkið.

 

Umframt at luttaka í danmarksmeistaraheitinum skal Julia Jacobsen eisini luttaka í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden í Eysturríki hin 22. august.