Kann fegnast um fimm FM-heiti og steypasigrar (FM1)

(FM1) Hans Pauli Samuelsen, ið er givin í bestu fótbóltsdeildini var gestur í fótbóltspanelinum hjá FM1 í dag

Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag var ein serlig sending har tikið var samanum yrkisleiðina hjá einum tí fremsta teknikkaranum í bestu føroysku fótbóltsdeildini nakrantíð.

 

Hans Pauli Samuelsen var gestur hjá Tróndi Arge har tikið var samanum 17 góð ár í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Í sendingini komu Arnbjørn Hansen og Teitur Joensen eisini til orðanna og lýstu dygdirnar, og onkrar ónollir hjá Hans Paula Samuelsen.

 

Eisini hoyrdust onkur forkunnug brot frá FM1 í sendingini har Hans Pauli Samuelsen kundi lítað aftur á fimm vunnin FM-heiti við EB/Streymi, B36 og Víkingi, og hartil vunnar steypafinalur við EB/Streymi.

 

Tað sum iðrar Hans Paula Samuelsen er, at hann ikki royndi seg uttanlands. Eisini iðrar tað víkarmannin, at talan ikki gjørdist um fleiri enn fýra landsdystir.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina sum var á FM1 seinnapartin.