KBI keypir lásasmið

KBI keypir fyritøkuna Tín Lásasmiður

KBI hevur keypt fyritøkuna Tín Lásasmiður, sum merkir, at KBI nú eisini kann bjóða viðskiftafólkum eina víðfevnandi røð av lásaskipanum.

Marjus Hansen stovnaði Tín Lásasmið í 2020. Hann hevði frammanundan hevði ára royndir sum lásasmiður í Føroyum. Síðan stovnan hevur fyritøkan veitt lásaskipanir til fleiri stórar verkætlanir - eitt nú kann nevnanst Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.

– Hettar er ein liður í at vaksa um virksemið hjá KBI sum veitari til vinnuna í Føroyum. Við framkomnum lásaskipanum kunnu vit nú bjóða okkum fram sum undirveitari hjá byggivinnuni til stórar og smáar byggiverkætlanir, sigur Rói Clementsen, stjóri í KBI, í tíðindaskrivi.

Fýritøkan Tín Lásasmiður verður nú løgd saman við KBI, har Marjus Hansen fer at mynda nýggju lásadeildina.

– Vit fegnast um at bjóða Marjusi Hansen vælkomnum í starvsfólkahópin hjá KBI. Tá ið tað snýr seg um lásaskipanir, so hevur hann ikki sín javnlíka, og hetta fer avgjørt at gagna viðskiftafólkunum hjá KBI, leggur Rói Clementsen afturat.

KBI hevur í hesum viðfangi eisini fingið løggilding at umboða Ruko-lásaskipanir. Ruko er kent víða, og tey, sum kenna Ruko, vita, at hetta er ein hin fremsti framleiðarin av lásaskipanum – og úrvalið fevnir um alt frá mekaniskum loysnum til tær framkomnastu, elektrisku trygdarskipanirnar, skrivar KBI í tíðindaskrivinum.