KÍ skrivar undir sáttmála fram til ársenda 2026

U-21 landsliðsmiðverjin Jákup N. Vilhelmsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið

Mynd: KÍ

Kvøldið undan lykladystinum ímóti HB í Gundadali í morgin boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við miðverjan Jákup N. Vilhelmsen.

 

30. januar fylti Jákup N. Vilhelmsen 20 ár. Hann hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið í Klaksvík, og hann var fyrstu ferð á besta liðnum 29. mai í fjør, tá ið KÍ vann 7-1 í Fuglafirði, og Jákup varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

 

Higartil í ár hevur hann verið tvær ferðir á besta liðnum. Í dag var hann á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ í 1. deild tapti 3-1 á heimavølli ímóti B36. Hann verður í hópinum, tá ið besta KÍ liðið í morgin fer at spæla í Gundadali ímóti HB, men hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu.

 

Jákup N. Vilhelmsen hevur spælt á øllum teimum yngru landsliðunum, og í fjør var hann við í tveimum U-21 landsdystum.

 

KÍ sigur millum annað soleiðis í kvøld um Jákup N. Vilhelmsen:

 

-Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørja ferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ramúr góðan vinstra fót, sum kemur væl við í verjuni.

 

Og venjarin Haakon Lunov leggur aftrat:

 

- Við 2 ára sáttmála, harðari og miðvísari venjing vænta vit, at Jákup í framtíðini verður ein av berandi lyklaleikarunum á besta mansliðnum.

 

Mynd: KÍ