Kinesiskur luksus elbilur

Bilurin koyrir uppí 515 kilometrar við einari løðing. Sum standard verður Hongqi drivin av øllum fýra hjólunum. 

 

Tað, at bilurin minnir um Rolls Royce, er ikki tilvildarligt. Tann, sum stendur fyri designinum, er fyrrverandi designstjóri hjá Rolls-Royce. Bilurin hevur alt tað, sum er í heimsins allarfínastu bilum.

Ein rættiligur marglætis elbilur er komin á føroyska marknaðin. Talan er um Hongqi E-HS9, sum er ein stórur luksusbilur frá elstu bilkonsernini í Kina sum eitur FAW (First Automotive Works).

 

Hongqi E-HS9 er ein bilur, sum verður lagdur til merkis í ferðsluni. Hann er stívliga fimm metrar langur við stórum kølaragittara, sum minnir um ein Rolls Royce, og bilurin vigar 2.705 kg. 

 

Tað, at bilurin minnir um Rolls Royce, er ikki tilvildarligt. Tann, sum stendur fyri designinum, er fyrrverandi designstjóri hjá Rolls-Royce.

 

E-HS9 er sera væl útgjørdur, og komforturin er á høgum støði við eitt nú polstraðum nakkastúttum og leðursetrum við massasju eins og panelum úr nøtutræ.

 

Bilurin hevur alt tað, sum er at fáa í heimsins allarfínastu bilum. Hann fæst við seks ella sjey sitiplássum.

 

##med2##

 

Hóast bilurin vigar 2,7 tons, koyrir hann úr 0-100 km/t eftir einans 4,9 sekundum, og toppferðin er 220 km/t. Bilurin koyrir uppí 515 kilometrar við einari løðing. Sum standard verður bilurin drivin av øllum fýra hjólunum. 

 

Prísur úr kr. 825.000 eftir mvg afturbering. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Auto Service, sum umboðar Hongqi í Føroyum. 

 

##med3##

 

Tað, at bilurin minnir um Rolls Royce, er ikki tilvildarligt. Tann, sum stendur fyri designinum, er fyrrverandi designstjóri hjá Rolls-Royce. Bilurin hevur alt tað, sum er í heimsins allarfínastu bilum.