Klárir at fara undir havnarútbyggingina

Ein av fyrstu døgunum fer fyrsta liðið av arbeiðsfólki hjá J & K Petersen, sum skal gera stóru havnarútbyggingina hjá Tórhavnar kommunu, til verka.

 

Tað verður farið til arbeiðis úti á Glyvursnesi, har grót verður sprongt úr grótbrotinum, sum varð gjørt til seinastu havnarútbyggingarnar, sum vóru framdar í áttati- og nýtiárunum.

 

J & K Petersen hevur keypt nógvar nýggjar maskinur til endamálið, og øll fólkini, sum fara til arbeiðis úti á Glyvursnesi, arbeiða við maskinum, sum at kalla allar eru spildurnýggjar.

 

Tvey skip skulu flyta grótið um fjørðin. Tey eru grótbáturin »Siri«, sum hevur ligið við Vestaru Bryggju í Havn seinastu vikurnar, og »Hrappur«, sum er á veg til Føroya úr Íslandi.

 

Spreingjast skulu eini 3,5 milliónir kubikkmetrar av gróti, sum skulu flytast um fjørðin og leggjast uttan fyri molan