Klippfisk skipar fyri filmskapping

Besti filmurin fær 10.000 krónur

Klippfisk boðar frá, at filmskapping verður í Reinsarínum í Havn næsta vikuskifti. Vinnandi filmurin vinnur 10.000 krónur, og tað er ókeypis at luttaka.

 

Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum 23. februar.

 

Evnið fyri kappingina verður avdúkað fríggjadagin, og luttakararnir hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguleiki verður fyri at brúka Reinsaríið alt vikuskiftið til eitt nú at arbeiða við filmshugskotinum og klippa filmin. Tey, sum ikki hava møguleika fyri at vera á staðnum, eru vælkomin at luttaka við at fáa evnið sendandi.

 

Filmskappingin er fyri øll - roynd og óroynd, ung sum eldri.

 

Allir filmarnir, sum luttaka í kappingini, verða sýndir í Perluni mánakvøldið 19. november kl. 19, har vinnarin verður avdúkaður.

 

Longdin á filminum skal í mesta lagi vera 4 minuttir, og hann kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

 

Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tlfnr. til klippfisk(at)klippfisk.fo Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 9. november kl. 20.

 

Heili tríggir filmar frá filmskappingini í fjør vórðu tilnevndir til Geytan 2018. Sí stuttliga vinnarafilmin frá filmskappingini hjá Klippfisk í fjør her.