Kristina vil lyfta almenn starvsfólk í hægri lønarbólk

Tað hevur alla tíðina verið greitt, at tiltakið hjá Føroya Pedagogfelag at lyfta lønarlagið hjá pedagogum er eitt beinleiðis úrslit av sáttmálanum hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Tá Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, og Óluvá í Gong, forkvinna sjúkrarøktarfrøðinga skrivaðu undir sáttmálan úti í Tinganesi 20. november í fjør segði Kristina Háfoss við Sosialin, at hon sá nýggja sáttmálan sum ein líð í at lyfta fleiri lønarbólkar og fakbólkar.

 

Sáttmálin hjá sjúkrarøtarfrøðingunum gav áleið tað tvífalda av tí, sum Starvsmannafelagið hevði fingið beint frammanundan. Um alt var, sum tað plagdi, so høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir fingið tað sama. Men so var ikki.

 

Spurd um Fíggjarmálaráðið ikki fór at fáa trupulleikar av hesum til næstu samráðingar, gjørdi Kristina Háfoss greitt, at sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar varð gjørdur við tí fyri eyga at seta inn nøkur nýggj endastig, og at hetta var ein liður í arbeiðinum, sum var í gongd við lønarnevdnini, sum skal gera eina heilt nýggja lønartalvu fyri tann almenna geiran.

 

– Vit síggja hetta sum fyrsta stig í arbeiðinum, segði hon við Sosialin

 

Við hesum gekk Fíggjarmálaráðið frá prinsippinum um at halda karmin, sum varð lagdur í samráðingunum við Starvsmannafelagið upp á 2,2.

 

Spurd um hetta ikki fór at elva til lønartrýst segði Kristina Háfoss, at hesum óttaðist hon ikki fyri.

 

– Tað er altíð ein avbjóðing, men vit fara inn í samráðignar við fakfeløgini við opnum sinni. Tað er rætt, at sum útgangsstøði hevur Fíggjarmálaráðið hildið seg til karmin, sum tað fyrsta fakfelagið hevur lagt. Men vit settu okkum fyri tíðiliga í hesum valskeiðinum, at vit vildu gera eina felags nýggja lønartalvu og innplasera tey alemnnu størvini heilt av nýggjum, segði hon.

 

Kristina Háfoss vísti eisini á, at ikki bara sjúkrarøktarfrøðingar, men eisini aðrir fakbólkar eru broyttir nógv seinastu árini. Bæði innihaldsliga í starvinum, við ábyrgd og útbúgvingarliga.

 

– Og kortini sita vit eftir við hesum 29 ymsu lønartalvunum, segði Kristina Háfoss, sum helt tað ikki vera tíðarhóskandi.

 

– Tí havi eg valt at siga, at hesaferð, so gera vit eitt veruligt lønarlyft. Vit síggja hetta sum eitt fyrsta stig í hesi nýggju lønartalvuni og lønarnevndararbeiðinum, sum vit hava sett gongd á, hóast tað merkir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir nú kosta nakrar milliónir meira í lønarútreiðslum fyri landskassan, segði hon.

 

Vit hava í morgun roynt at fingið fatur á Kristinu Háfoss, men tað hevur ikki eydnast okkum.

 

Semingsuppskotið, sum báðir partar í sáttmálatrætuna vrakaðu millum jól og nýggár, hevði ein lønarvøkstur hjá pedagogum upp á 7 prosent, skilst. Tí bendir alt á, at krøvini hjá pedagogunum eru í minsta lagi líka stór, sum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.