Leggja fjarhita í Villingardalsvegin

Hendan mánaðin er Villingardalsvegurin í Havn stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá Mækjugøtu til Skørugøtu.

 

Orsøkin er, at Fjarhitafelagið er í ferð við at leggja fjarhitaleiðing av Berjabrekku oman í Gundadal og út í Marknagil. Leiðingin verður løgd frá Berjabrekku yvir eftir nýggja vegnum, sum skal binda saman Blómubrekku og Villingardalsvegin. Tá tað arbeiðið er gjørt, verður koyrandi millum Blómubrekku og Villingardalsvegin.

 

Hendan nýggja leiðingin skal føra fjarhitan oman í Gundadal, har eitt nú Ítróttarhøllin, Tórsvøllur, Svimjihøllin og BankNordik skulu knýtast í netið. Leiðingin skal eisini út í Marknagil, har eitt nú Glasir skal knýtast í fjarhitaskipanina.