Leiðslan í Amagerbankanum skal aftur í rættin

Finansiel Stabilitet kærir dómin um endurgjaldskravið ímóti Amagerbankanum.

Finansiel Stabilitet kærir dómin um endurgjaldskravið ímóti Amagerbankanum

 

Fyrrverandi leiðslan í Amagerbankanum skal í landsrættin, tí Finansiel Stabilitet hevur kært málið um endurgjaldið.

 

Finnansiel Stabilitet hevur kært endurgjaldskravið í milliardaklassanum ímóti leiðsluni í Amabgerbankanum. Fyrr í mánaðin varð fyrrverandi leiðslan í Amagerbankanum annars fríkend í býarrættinum.

 

Ákærdir í málinum eru eitt nú fyrrverandi leiðslan, harímillum forstjórin Jørgen Brændstrup og nevndarformaðurin, N. E. Nielsen.

 

Finansiel Stabilitet, sum mátti vyirtaka Amagerbankan eftir fíggjarkreppuna, kravdi endurgjald fyri tey stóru lánini, sum Finansiel Stabilitet heldur vóru so illa handfarin, at leiðslan má ábyrgjast persónliga.

 

– Leiðslan í Finansiel Stabilitet hevur eftir samráð við advokatfelagið Kromann Reumert gjørt av at kæra tann partin av dóminum í býarrættinum, sum snýr seg um luttøkuna í Østerfælled-felagnum.

 

– Finansiel Stabilitet fer í kærumálinum at gera galdandi, at tann fyrrverandi leiðslan skal gjalda endurgjald fyri tapið, sum stóðst, tí bankin valdi at víðariføra og víðka avtaluna í sambandi við, at Østerfælled-felagið skifta eigara í 2008, skrivar Finansiel Stabilitet.

 

Østerfælled var eitt av teimum trimum málunum. Ognarverkætlanin, sum var gjørd á Østerbo í Keypmannahavn, var mett til yvir 1,5 milliardir krónur, men virðið var undir fíggjarkreppuni niðurskrivað ógvusliga.

 

– Finansiel Stabilitet heldur, at hendan luttøkan bæði hevði ein serligan karakter og ein ógvuliga týðandi stødd, skrivar Finansiel Stabilitet.

 

Danska deildin hjá BankNordik er partur av fyrrverandi Amagerbanken, sum BankNordik keypti frá Finansiel Stabilitet.

 

/ritzau/