Leitað verður eftir onkrum luti á sjónum í Klaksvík

- Men, tað er ikki eitt fólk, vit leita eftir, men ein lutur, sigur løgreglan, sum ikki vil siga meira í løtuni.

Í morgun sóknaðist løgreglan eftir vitnum í samband við eitt harðskaps-og hóttanarmál í Klaksvík.

 

Talan er um ein tilburð, sum fór fram uttan fyri skeinkistaðið, Mollys í Klaksvík, sunnunáttina millum klokkan 04 og 04.30.

 

Í morgun segði løgreglan, at eingin var handtikin í samband við tilburðin, men hesi tíðindini hevur løgreglan nú dagført.

 

- Tíðliga í morgun varð ein maður handtikin í málinum. Hann er avhoyrdur og síðan leyslatin aftur.

 

Løgreglan visti fyri løtu síðan at siga, at hetta er eitt mál, sum framvegis verður kannað, tí málið snýr seg eisini um hóttanir.

 

- Vit hava leitað í fjøruni, og froskmenn hava leitað á sjónum fram við sjóvarmálanum, sigur vaktleiðarin, sum kortini ikki vil siga, hvørjum leitað verður eftir.

 

Vaktleiðarin sigur tó so mikið, at tað er ikki nøkrum persóni, ið leitað verður eftir í fjøruni og á sjónum, men einum luti, sum kann hava við málið í Klaksvík at gera.

 

- Vit vita kanska meira at siga um málið í morgin, legði vaktleiðarin aftrat.