Fleiri tíðindamiðlar vita í dag at siga um eina hending í einari kirkju í Sydney í Avstralia, har ein biskupur er álopin við knívi.
Millum miðlarnar, sum skriva um hendingina, er eitt nú ávísin, The Daily Telegraph.
Sky News veit eisini at siga, at fleiri eru løstað í álopinum - og ikki bara biskupurin.
Á video-broti sæst ein maður leypa á biskupin, sum stendur og talar.
Sambært útlendskum miðlum er video-upptøkan eftir øllum at døma verulig og er helst eitt kut úr einari beinleiðis sending.
Tað er ógreitt, hvussu mong eru særd í álopinum, og video-brotið vísir, at stórt løgreglulið er uttan fyri kirkjuna, har hendingin fór fram.
Løgreglan í Syndey sigur, at tey fara at koma við einari kunning um hendingina skjótt, vita útlendsku tíðindamiðlarnir at siga.
Álopið á biskupin kemur bert tveir dagar eftir eitt annað harðrent og deyðiigt kníválop í Sydney, har sjey fólk lótu lív, og fleiri vórðu løstað.
Ein maður leyp á fleiri fólk í einari keypsmiðstøð, áðrenn hann varð skotin og dripin av løgregluni.
##med2##