Liðið hjá Kaj Leo reyk úr steypakappingini

Njarðvík var á sigurskós, men tapti í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Njarðvík spældu dyst í íslendsku steypakappingini móti Gróttu á útivølli á Seltjarnarnesi.

 

Í steðginum var Njarðvík á sigurskós. Kaj Leo og liðfelagarnir vóru tá á odda 2-1.

 

Grótta javnaði til 2-2 tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Grótta sigursmálið.

 

Njarðvík má bíða til 3. mai eftir tí fyrsta dystinum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

3. mai spælir Njarðvík móti Leiknir á útivølli.