Liðini hjá Hákuni og Eliasi vunnu

Tað gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í bundesliguni í dag

Tað gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum, Füchse Berlin og THW Kiel í bundesliguni í dag.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hildu fast í oddasessinum við 32-30 sigri á HSG Wetzlar í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-16.

 

Hákun gjørdist við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Sum vant gingu Mathias Gidsel og Hans Lindberg undan hjá Füchse Berlin. Teir skutu ávikavist sjey og seks mál.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á útivølli ein tepran 28-27 sigur á TBV Lemgo Lippe. Í steðginum var Kiel á odda 14-13. Tað gekk akkurát hjá Kiel at knógva sigurin heim. Tá seks sekund vóru eftir av dystinum hamraði Niels Gerardus Versteijnen hjá Lemgo bóltin í stongina hjá Kiel, ið slapp við skrekkinum, og kundi ferðast heimaftur við tveimum stigum í skjáttuni.

 

Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.

 

Füchse Berlin er fremst í bundesliguni við 47 stigum. Teimum á baki er Magdeburg við 46 stigum, Magdeburg hevur tó spælt ein dyst færri enn Füchse Berlin.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt er nummar trý við 41 stigum. Ígjár vann Flensburg á heimavølli 31-28 (17-12) á TSV Hannover-Burgdorf. Jóhan skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.

 

Kiel er nummar fýra við 36 stigum, og Melsungen er nummar fimm við 35 stigum. Nummar eitt og tvey vinna seg í Champions League bólkaspælið. Nummar trý, fýra og fimm vinna seg í European League bólkaspælið aftaná lokna kapping í bundesliguni.