Í dag byrjar endaspælið í bólki 2 í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Bæði føroyingaliðini, Viborg hjá Janu Mittún og Keypmannahavn hjá Pernillu Brandenborg eru at finna í bólki 2.
Hini bæði liðini eru Odense, ið tekur tvey stig við sær til endaspælið, og Ikast-Herning sum tekur eitt stig við sær til endaspælið. Viborg og Keypmannahavn byrja endaspælið við ongum stigi.
Odense og Ikast-Herning hava fingið stig við sær í mun endastøðurnar í grundspælinum.
Klokkan 17.30 taka Jana og liðfelagarnir í Viborg móti Ikast-Herning á heimavølli, og klokkan 19 taka Pernille og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Odense á heimavølli.
Odense og Ikast-Herning eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Keypmannahavn og Viborg.
TV2 Sport vísir dystin millum Viborg og Ikast Herning.