Løgreglan leitar eftir vitnum til harðskapsmál

- Talan er um tveir tilburðir - annar í Klaksvík og hin í Havn, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

Løgreglan hevur havt nógv at gera hetta vikuskiftið, og serliga er talan um harðskapsmál, sum hava fylt nógv og tikið nógva tíð hjá løgregluni.

 

Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at tey leita eftir vitnum til tvey harðskapsmál, sum tey nú royna at greiða - annað var í Havn og hitt í Klaksvík.

 

Løgreglan sigur, at annað harðskapsmálið var í Havn leygarnáttina, og hitt var í Klaksvík sunnunáttina.

 

- Vit leita eftir møguligum vitnum, sum kunnu hjálpa okkum at fáa greiðu á hesum málum.

 

Lagt verður aftrat, at hin fyrri tilburðurin var við eitt matstøð í Sverrisgøtu í Havn, sum hevði opið hesa náttina.

 

Her varð ein maður álopin, eftir at skeinkistøðini lótu aftur, og her vóru eftir øllum at døma fleiri partur av málinum.

 

- Her eru fyribils tríggir mans skuldsettir, sigur løgreglan, sum fegin vil frætta frá fólki, sum kunnu hava verið um hesar leiðir, tá hendingin fór fram.

 

Nakrar avhoyringar eru gjørdar, og løgreglan hevur eisini kannað vakmyndatól í økinum.

 

Tað er í samband við hetta mál, at tveir mans sita varðhaldsfongslaðir - annar í níggju dagar, og hin í fýra vikur.

 

Ein annar harðskapstilburður, sum løgreglan eisini leitar eftir vitnum til, fór fram uttan fyri skeinkistaðið Mollys í Klaksvík sunnunáttina millum klokkan 04 og 04.30. 

 

- Her var eisini talan um harðskap og hóttanir. Vit vita, hvør persónurin er, sum framdi harðskapin og hótti, men viðkomandi er ikki handtikin enn.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan fegin vil frætta frá fólki, sum vóru um hesar leiðir í Klaksvík sunnunáttina.

Bæði í hendingini í Havn og í Klaksvík endaðu teir, sum vóru fyri harðskapi, á sjúkahúsi til kanningar og viðgerðir fyri snuddir.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/loegreglan-havt-ur-at-gera-i-natt