Løgtingið skerdi játtan fleiri 100 mió kr

Fleiri hundrað milliónir vanta í sjúkrahúsverkinum, tí at landsstýrið í 2002 gjørdi av, at endurgjaldið upp á 50 prosent úr ríkiskassanum skuldi steðga

Fleiri hundrað milliónir vanta í sjúkrahúsverkinum, tí at landsstýrið í 2002 gjørdi av, at endurgjaldið upp á 50 prosent úr ríkiskassanum skuldi steðga.

 

Tað skrivar Heri Mohr, fyrrverandi stjóri á Gjaldstovuni, í lesarabrævi í sambandi við vantandi játtan til sjúkrahúsverkið.

 

Heri Mohr vísir á, at í áratíggju 1960-1970 fóru risastórar og kostnaðarmiklar sjúkrahúsbyggingar fram í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri. Fíggingin við helvtarbýti millum landskassan og ríkiskassan varð umsitin soleiðis, at heilsumyndugleikin í Keypmannahavn hevði eftirlit um hendi, og so hvørt sum arbeiðið fór fram, varð gjørt upp og kostnaðurin sundurliðaður við helvtarbýti, og landskassin rindaði so við og við sína helvt. Nakað av landskassans helvtarbýti varð fíggjað við áramálslánum, eitt nú úr ríkiskassanum. Hetta er nú alt søga.

 

– Í nogv ár hava fíggjartrupulleikar av ymiskm slagi áhaldandi tikið seg upp, kanska serliga viðvíkjandi rakstrinum av Landssjúkrahúsinum. Tað frættist, at sjúkraverkinum tørvaði meira pening til serlæknahjálp uttanífrá og serlæknaviðgerðir, einamest á Ríkishospitalinum, skrivar Heri Mohr. Og hann heldur fram:

 

– Millum fólk varð sagt, at lønir og samsýningar til serlæknahjálp gjørdust so við og við stór milliónaskuld hjá Landssjúkrahúsinum – og at tann kostnaðarmikli heilsivágurin var fíggjarliga tyngjandi.

 

Heri Mohr sigur, at hesir fíggjartrupulleikar tóku seg av álvara upp, tá ið skerjing av ríkiskassans lógarbundnu 50 prosent rakstrarfígging til okkara sjúkrahúsverk og útlegg til Ríkishospitalið varð  framd við løgtingsins fíggjarlóg 2002.

 

– Frá hesum ári og til dagin í dag hava vit verið bundin sum seyður í rætt: Neglt varð fyri øllum hækkingum av ríkiskassans parti av útreiðslunum til okkara sjúkrahúsverk – Ríkishospitalið viðroknað. Skerjingin vísti seg eisini at ráma ríkikassans helvtarbýti av øllum nýggjum íløgum til okkara sjúkrahúsverk. Tað vil siga, at sjúkrahúsbygging í Føroyum hevur ikki verið fíggjað við 50 prosentum úr ríkiskassanum síðan 2002.

 

Heri Mohr setir hesa varandi inntøkuskerjingin frá 2002 upp soleiðis:

 

Í 1988 vóru rakstrarútreiðslurnar til okkara sjúkrahús: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús samanlagdar umleið 300 milliónir. Av hesum endurrindaði ríkiskassin helvtina, ella 150 milliónir. Sama árið kostaði Ríkishospitalið okkum umleið 22 milliónir, sum alt var afturgoldið landskassanum av ríkiskassanum.

 

Í 2001 vóru rakstrarútreiðslurnar til nevndu sjúkrahús umleið 320 milliónir. Av hesum endurrindaði ríkiskassin helvtina, 160 milliónir. Sama árið kostaði Ríkishospitalið 72 milliónir, sum alt (100%) varð afturgoldið landskassanum av ríkiskassanum.

 

Hetta ríkiskassa-50 prosentbýtið í 2001 varð læst niður og kundi ikki broytast í komandi árum, líkamikið um hækkingar til lønar-, dýrtíðar- og aðrar øktar útreiðslur fóru at koma.

 

Í 2002 steðgaðu soleiðis allar dagføringar av ríkiskassans lógarbundnu útreiðslum til sjúkrahúsverkið og almannaverkið. Eisini endurgjaldið frá Ríkishospitalinum.

 

Soleiðis hevur skilið  verið til dagin í dag.

 

Í 2013 til dømis vóru rakstrarútreiðslurnar til okkara trý sjúkrahús umleið 505 milliónir. Av hesum átti landskassin sambært lógum og viðtøkum at fingið helvtina, stívar 250 milliónir, úr ríkiskasanum, men fekk bert 160 milliónir svarandi til upphæddina í 2002.

 

Viðvíkjandi serviðgerðum á Ríkishospitalinum o.ø. í 2013 er at siga, at upphæddin umleið 150 milliónir tað árið varð endurgoldin við 72 milliónum svarandi til upphæddina frá 2002.

 

Heri Mohr sigur, at hann hevur ikki sæð landskassans ársroknskapir 2014/2017

 

– Við støði í landskassans ársroknskapum í 2002-2017 skuldi tað ikki tikið  langa tíð hjá eitt nú næmingum í 9. flokki at rokna út, hvussu nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu samanlagt frá 1. januar 2002 til 31. desember 2017 (2018 er ikki kunngjørt), skrivar Heri Mohr.

 

– Okkara løgting kundi kanska eisini roknað út, hvussu nógvar 100-tals milliónir skerjingin av ríkiskassans blokkfígging til okkara heilsuverk og almannaverk higartil hevur kostað skattaborgaranum.

 

– Í jólavikuni 2001 undirskrivaðu ein ministari frá tí donsku stjórnini og ein landsstýrislimur trý A4 brævørk við ongum eyðkenni ”beslutning om overtagelse af sagsområdet den offentlige forsorg.”

 

– Hetta pappírið var hvørki journaliserað ella paraferað (medundirskrivað).

 

– Um okkara sjúkrahúsverk fekk slíkt huldubræv um fíggjarliga skerjing í 2002 og komandi tíðir, veit undirritaði einki um.

 

– At skerja lógbundnar og neyðugar inntøkur til okkara sjúkrahúsverk uttan at útvega aðrar tilsvarandi inntøkur er so tápuligt, at mær tørvar orð. Men hestarnir bítast, tá ið krubban er tóm, sigur 93 ára gamli Heri Mohr sum í mannaminni hevur arbeitt innan almennu umsitingina, millum annað sum stjóri á Gjaldstovuni, og sum týsdagin fyllir 94 ár.

 

Sambært Hera Mohr, so vanta í 2013 tølum 175 milliónir krónur í um árið. Tað vil siga, at endurgjaldið úr ríkiskasanum er 175 milliónir krónur minni, enn tað hevði verið, um Løgtingið ikki hevði skert blokkstuðulin í 2002.

 

Út frá hesum er skjótt at rokna út, at hallið í sjúrkahúsverkinum av hesum skerjingum skjótt er yvir tvær milliardir krónur.