Lognberg: Eg vil geva Eidesgaard eina umbering

– Eg havi sagt nógv, og ofta var eg bondskur. Eitt sum eg angri, er at eg segði við Jóannes Eidesgaard av tingsins røðarapalli, at hann hevði svikið Sandoynna og svikið Suðuroynna – at hann hevði svikið suðurøkið í Føroyum.

 

– Men tað angri eg og vil hervið biða Jóannes Eidesgaard um umbering.

 

Soleiðis segði Gerhard Lognberg, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkinum í Degi og Viku í kvøld.

 

Sjónvarpið vitjaði á kommunuskrivstovuni í Skopun í sambandi við, at Páll á Reynatúgvu skeyt fyrsta skotið til Sandoyartunnilin í Traðardali á Sandoynni í dag.

 

Gerhard Lognberg legði fyrsta uppskotið um undirsjóvartunnilin fyri tingið longu í 2007. Nógvar orrustur hava verið um tunnilin, sum nú man vera nærri enn nakrantíð. Ofta leikaði hart á millum Gerhard Lognberg og floksfelagarnar í Javnaðarflokkinum, og eisini tá vóru hóttanir um at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.

 

Tann 2. november í 2013 var Gerhard Lognberg koyrdur úr Javnaðarflokkinum, sum hevði floksleiðslufund í Losjuni í Havn.

 

Ósemjan millum Gerhard Lognberg og flokkin hevði verið eyðsýnd leingi. Dropin hesaferð, sambært floksleiðsluni, var, at Gerhard Lognberg ikki tók undir við misálitisuppskotinum á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, nakað frammanundan.

 

Gerhard Lognberg varð valdur sum nummar trý á listanum hjá Javnaðarflokkinum á løgtignsvalinum í 2011 við 344 atkvøðum. Á løgtigsvalinum í 2015 stillaði Gerhard Lognberg upp fyri Sambandsflokkin. Hann fekk 279 atkvøður og gjørdist nummar átta listanum – Sambandsflokkurin fekk seks mans valdar.