Loksins var Patrik á vøllinum aftur fyri Breiðablik

Fyri fyrstu ferð í nærum eitt ár spældi Patrik Johannesen í einum kappingardysti hjá Breiðablik

Breiðablik vann í dag stórsigur 4-0 á uppflytaraliðnum, Vestri á Kópavogsvøllinum í Kópavogi. Vestri megnaði at halda málið reint í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fekk Breiðablik gongd á málskjótingina. 

 

Tá 82 minuttir vóru leiktir av dystinum hendi nakað sera gleðiligt. Patrik Johannesen kom á vøllin fyri Breiðablik í sínum fyrsta kappingardysti í nærum eitt ár. 

 

Fyrst í maj í fjør sleit Patrik Johannesen krossbandið, og so var kappingarárið í Breiðablik liðugt hjá Patriki.

 

Og aftaná Patrik kom á vøllin í dag økti Breiðablik til bæði 3-0 og 4-0. 

 

Daniel Obbekjær, ið spældi við 07 Vestur í fjør fekk sín fyrsta kappingardyst fyri Breiðablik í dag. Obbekjær kom á vøllin tá 66 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Breiðablik er fyribils fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við seks stigum fyri tveir dystir.

 

Sunnukvøldið 21. apríl klokkan 20.15 er dúkað til føroyinga-uppgerð. Tá tekur liðið hjá Gunnari Vatnhamar - verandi greipuvinnararnir - Víkingur Reykjavík móti Breiðablik á heimavølli. 

 

Áðrenn tað spæla Gunnar og liðfelagarnir á útivølli móti Fram. Tann dysturin verður í ovurmorgin klokkan 20.15.