Luke Humphries vann HM í dart

16 ára gamli, Luke Littler var á odda 4-2 í finaluni, men mátti at enda lúta fyri 28 ára gamla Luke Humpries

28 ára gamli onglendingurin, Luke Humphries er heimsmeistari í dart. Tað gjørdist veruleiki í Alexandra Palace høllini í London fyrr í kvøld, tá Luke Humphries við 7-4 finalusigri á 16 ára gomlu heimssensasjónini og landsmanninum, Luke Littler.

 

Luke Littler var annars á odda 4-2 í settum, men manglandi royndirnar gjørdust dýrar hjá tí 16 ára gamla, og vann Luke Humphries fimm sett á rað, og harvið finaluna 7-4.

 

Tað er tó 16 ára gamli, Luke Littler sum hevur vunnið øll hjørtuni farnu dagarnar.

 

Undan HM-kappingini var Luke Humphries millum fremstu favorittarnar. meðan oddsini upp á, at Luke Littler fór at vinna HM vóru heili 66,00.

 

Luke Littler var nummar 164 á heimsstyrkislistanum undan HM-kappingini. Nú er hann nummar 31 á heimsstyrkislistanum. Tað er vorðið sum skarvslop.

 

Fyri HM-sigurin fær Luke Humphries eina upphædd, ið svarar til 4,3 miljónir krónur í okkara peningi. Ungi Luke Littler fær eina upphædd, ið svar til 1,7 miljónir krónur fyri annað plássið.

 

##med2##