Málingahandilin hjá Fróða fluttur niðan á Háls

Í morgun klokkan 10 læt málingahandilin »hjá Fróða« upp í nýggjum stásiligum hølum á Smyrilsvegi á Hálsi í Havn.

 

Seinastu mongu árini hevur handilin hildið til í hølunum hjá Meinhardi Dam í Jónas Broncksgøtu.

 

Fróði Sigvardsen byrjaði at handla við máling sum blaðungur fyri 25 árum síðani. Hann keypti eitt handilsbúgv við máling og fór at selja. Seinni fekk hann umboðið fyri Flügger máling.


Nýggju hølini eru á Smyrilsvegi 10. Talan er um gamla lastbilaverkstaðið hjá Júst Sviertsen, sum Fróði Sigvardsen hevur keypt og umbygt til handil.

 

Fróði Sigvardsen er tiltikin góður handilsmaður. Feløg hjá honum eiga eiga tveir aðrar bygningar á Smyrilsvegi og hava ein stóran skrivstovubygning í gerð á Staravegi, sum Almannaverkið skal leiga.