– Málverjarnir avgerandi

Í annaðkvøld bresta Kyndil og VÍF saman í fyrru FM-finaluni hjá kvinnum. Dysturin, sum verður í høllini á Hálsi, byrjar klokkan 18:30, og Rás2 sigur frá. Í hesum sambandi hevur Marjun Danberg úr Neistanum svarað nøkrum spurningum um dystirnar.

 

Hvør er favorittur?

 

– VÍF er favorittur at vinna, tær hava havt vindin við sær, og tað hevur ligið væl fyri hjá teimum hetta kappingarárið.

 

Hvørji eru líkindini at vit fáa triðju finaluna?

 

– Líkindi fyri at fáa eina triðju finalu, er vist nokk ikki tann stóri. Men eg haldi, at tað kann saktans henda og serliga um eitt lið hevur verið omaná alt kappingarárið. Tað eru nógv ting, ið kunnu spæla inn til finalur.

 

Hvat væntar tú annars av finalunum?

 

– Ja, eg vóni sjálvandi, at tað fer at vera tætt ímilum liðini. Men eg vænti, at tað fer vera eitt, lið sum kemur fram um, og so liggur tað hjá tí liðinum restina av dystinum, og hitt rennur aftaná.

 

Hvør spælari verður mest avgerandi?

 

– Hvør spælari fer at vera avgerandi, ja hatta var ein eitt sindur torførur spurningur. Men um eg skal taka nakran soleiðis fram, so haldi eg at báðir málverjarnir eru avgerandi. Men ótrúliga ringt at siga.