MEST latið tvíkiljuna Skoragjógv til Bakkafrost í dag

Eftir at hava latið tríggjar tvíkiljur fyrr í ár varð fjórða tvíkiljan, Skoragjógv, latin í dag á MEST á Skála

Eftir at hava latið tríggjar tvíkiljur fyrr í ár varð fjórða tvíkiljan, Skoragjógv, latin í dag á MEST á Skála.

 

Eins og við undanfarnu tvíkiljum er alt arbeiðið gjørt í Føroyum – eisini skrokkurin. Tíðarætlanin hevur hildið og eru báðir partar væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna.

 

Oddvald Olsen frá økinum Vestur í Bakkafrost tók ímóti tvíkiljuni á eini móttøku, sum var á Skála í dag.

 

Skoragjógv, sum er nýbygningur 112 á MEST, er 13 m langur og 6 metrar breiður. Tvíkiljan er útgjørd við MELCAL krana og 2x4279 HK Cummins høvuðsmotori,  einum 70 kW Cummins hjálpimotori og 10 tons deksspæli. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

 

– Arbeiðið hevur gingið sera væl og er hetta við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.