Níggju tey seinastu árini hevur KÍ vunnið í Gundadali

Í dag eru manningarligu fyritreytirnar hjá meistarunum ikki góðar ímóti HB, sum longu fyrr í ár hevur vunnið ímóti klaksvíkingum

Klassikarin millum javnaldrarnar HB og KÍ verður seinnapartin í Gundadali. Í ársins fyrsta fótbóltsdysti var KÍ í Gundadali, har steypavinnararnir í HB vunnu 3-2.

 

Tølini siga, at klaksvíkingar trívast væl í Gundadali. Soleiðis hevur tað verið nýggja tíðarskeiðið, sum hevur verið í KÍ, síðani Mikkjal Thomassen var venjari.

 

Sum oftast hevur KÍ verið tríggjar ferðir um árið í Gundadali og spælt landskappingardyst, og tølini siga, at síðani 2015 er tað ikki komið fyri, at KÍ eitt og sama ár er farið úr Gundadali uttan sigur ímóti HB ella B36 ella báðum høvuðsstaðarfeløgunum.

 

Tað er møguleiki fyri, at góða gongdin seinastu nógvu árini nú verður søga. KÍ tapti í 2. umfari 2-0 ímóti B36, og í dag er tað HB, sum bíðar.

 

Í Klaksvík hava teir vónað, at liðformaðurin Jákup B. Andreasen fór at vera tøkur at vera við ímóti HB. Sum tað skilst, so er tað rættiliga ivasamt, um hann verður komin fyri seg eftir fótskaðan, ið hevur hildið honum burtur frá fótbólti, síðani KÍ í fyrsta umfari vann 6-0 heimasigur ímóti ÍF, og Jákup fimm minuttir undan dystarloki fór av vøllinum.

 

Á skaðalistanum hjá KÍ eru eisini Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Hallur Hansson. Patrick da Silva var ikki við á Skála, tá ið KÍ skoraði 2-1 sigursmálið í síðstu sekundunum, og aðrir, ið hava haltað, eru Mads Bo Mikkelsen og Claes Philip Kronberg.

 

HB vann mánakvøldið tepran 1-0 sigur á Svangaskarði ímóti B68. Tá varð Mikkel Dahl skiftur inn. Hann hevur higartil verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla.

 

Ári Mohr Jónsson og Magnus Holm Jacobsen eru eisini á skaðalistanum, og higartil hevur  Emmanuel Agyeman Duah, sum í februar skifti úr svenska felagnum Eskilstuna og var ætlaður at fylla holið eftir Adrian Justinussen, ikki verið tøkur. Mitt í vikuni vóru loyvini hjá honum ikki komin upp á pláss.

 

 

 

 

KÍ í Gundadali 2015 – 2023

 
 

2023 HB – KÍ 0-1

 
 

HB – KÍ 1-2

 
 

2022 HB – KÍ 1-2

 
 
 

2021 HB – KÍ 2-1

 
 

HB – KÍ 2-3

 
 

2020 HB – KÍ 3-3

 
 
 

2019 HB – KÍ 4-1

 
 
 

2018 HB – KÍ 0-3

 
 
 

2017 HB – KÍ 2-1

 
 
 

2016 HB – KÍ 4-2

 
 

HB – KÍ 2-3

 
 

2015 HB – KÍ 3-1

 
 
  
 

2023 B36 – KÍ 2-3

 
 

B36 – KÍ 0-0

 
 

2022 B36 – KÍ 0-1

 
 
 

2021 B36 – KÍ 0-0

 
 
 

2020 B36 – KÍ 6-2

 
 
 

2019 B36 – KÍ 0-3

 
 

B36-KÍ 0-3

 
 

2018 B36 – KÍ 3-2

 
 

B36 – KÍ 2-1

 
 

2017 B36 – KÍ 1-1

 
 

B36 – KÍ 1-3

 
 

2016 B36 – KÍ 0-1

 
 
 

2015 B36 – KÍ 1-0

 
 

B36 – KÍ 2-1

 

 

Kelda: FaroeSoccer