Nógv hava ikki fingið løn á konto í dag

Nógv fólk hava varnast í dag, at tey ikki hava fingið lønina fyri páskir, soleiðis sum tað var ætlað. Orsøkin er ein feilur

Trupulleikin er ikki, at arbeiðsgevarin ikki hevur rindað lønina, men at ein fíla, sum skuldi flytast frá Elektron til SDC, ikki er komin fram. Talan er um fílu, sum syrgir fyri, at lønin, sum verður flutt frá einum arbeiðsgevara í einum banka, kemur á konto hjá løntakara, sum hevur konto í einum øðrum banka.

Vit hava spurt í Føroya Banka, har tey greiða okkum frá, hvussu hetta gongur fyri seg. Tað verður gjørd eina fíla hjá Elektron, sum verður flutt til SDC, sum ger, at allar bankaflytingarnar millum bankar verða avgreiddar. Men tá Elektron skuldi gera hesa fíluna, so var hon so stór, at hon var ikki klár fyri evsta mark. Tað er tí, at tað eru nógv fleiri flytingar upp undir páskir, enn vanligt er.

Tað sama hendi við flytingum sum vóru gjødar fyrradagin og skuldu verið á konto í gjár. Tær lønarflytingarnar vóru á konto í dag.

– Tað síðsta vit hava fingið at vita frá SDC er, at lønin verður á konto í kvøld ella í morgin, siga tey úr Føroya Banka.

Talan er tó bara um lønir, sum verða fluttar millum peningastovnar. Um tað er ein løntakari, sum hevur konto í sama banka, sum arbeiðsgevarin brúkar til at flyta lønir, so skuldi alt verið í lagi. Trupulleikin er hjá teimum løntakarum, sum hava konto í einum øðrum peningastovni, enn tann, sum flytir lønir vegna arbeiðsgevaran.

– Tað sum okkum er upplýst, so sæst lønin á heimagreiðslui í kvøld ella í morgin, frætta vit úr Føroya Banka.