Nólsoyingar skulu umvæla gamlan postbát

Uppgávan hjá grunninum, sum nú eigur gamla postbátin Ólav, er at skipa fyri, at deksbáturin verður settur í uppruna stand aftur.

 

Klokkan 11 í morgun var Pressarin hjá Mest í Nólsoy við Ólavi. Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Í morgun klokkan 07 tók Pressarin hjá Mest gamla postbátin Ólav uppá sleip. Leiðir bar út til Nólsoyar, har Ólavur skal umvælast.

 

Tað veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga í dag, og tað er Birgir W. Høgnesen, sum starvast hjá felagnum, ið hevur tikið myndirnar.

 

Sambært heimasíðuni vóru líkindi - bæði veður og streymur - til hesa uppgávu í morgun.

 

- Klokkan 11 í morgun var Pressarin so í Nólsoy við Ólavi, veit heimasíðan at siga.

 

Tað er Grunnurin fyri Ólavi VN 138,  sum nú eigur Ólav. Uppgávan hjá grunninum er at skipa fyri, at søguligi postbáturin verður settur í uppruna stand aftur.

 

- Hetta arbeiðið skal gerast í Nólsoy, veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga í dag.

 

Fleiri myndir eru at síggja á https://fiskimannafelag.fo/forsida

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Klokkan 11 í morgun var Pressarin hjá Mest í Nólsoy við Ólavi. Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.