Í eini høll í Íslandi stendur ein stavkirkjar, sum íslendskir snikkarar hava gjørt til víkingagarðin, sum Poul Hansen, vinnulívsmaður, byggir oman fyri Kvívík.
Kirkjan hevur staðið uppi í Íslandi í eina tíð. Poul Hansen sigur, at stórur áhugi hevur verið fyri kirkjuni í Íslandi, og tí hevur hon verið sýnd fram nakað longri enn ætlað.
Men nú verður hon tikin niður og flutt til Føroya.
Verkætlanin í Kvívík tekur støðið í gamla Víkingagarðinum, sum í Kvívík verður kallaður »Útgrevsturin niðri á Toft«. Ætlanin er at byggja Víkingagarðin í fullari stødd, soleiðis sum hann var í Víkingatíðini.
Í Kvívík vænta tey, at ferðavinnan fer at veksa í økinum, tá verkætlanin stendur liðug.
TRÝST HERfyri at síggja videoinnslag hjá visir.is um stavkirkjuna hjá Poul Hansen