Oddamaður hjá Trump fær 43 mánaðir fongsul

Revsingin kemur oman á dómin í síðstu viku upp á 47 mánaðir fongsul fyri skattasvik. Tilsamans gevur tað sjey og eitt hálvt ára fongsul

Paul Manafort, sum er fyrrverandi kampanjuleiðari hjá Donald Trump, fær 43 mánaðir fongsul fyri sín leiklut í russiskari uppíblanding í forsetavalið í 2016.

 

Dómurin skal leggjast aftur at dóminum í síðstu viku, tá Manafort varð dømdur 47 mánaðir í fongsul fyri skattasvik upp á fleiri milliónir dollarar. Tilsamans er talan um sjey og hálvt ára fongsul.