Ongland tapti RAG'N'BONE MAN vann

Tað var ein vælupplagdur Rag'n'Bone Man, sum trein á palli á Gøtusandi í kvøld. Frá fyrsta bríkslið vóru áhoyrararnir við – og tað nam við hjartað hjá stóra bretanum, at tey sungu »Football is coming home« beint eftir dystin, sum Ongland tapti 2-1 ímóti Kroatia.

 

Rag'n'Bone Man var týðuliga harmur um tapið ímóti Kroatia. Men hann var takksamur fyri stuðulin.

 

Hóast maðurin hevur fingið misjøvn ummæli kring heimin, so vísti tað seg at vera ein maður, sum dugdi síni ting. Hann hevði gott fólk aftur at sær í orkestrinum, so sum bretar so ofta hava. Og serliga blásararnir, hann hevði við sær, settu sín serliga dám á.

 

Rag'n'Bone Man sang øll hittini, og hann fekk Gøtusand at syngja við og leveraði tað, sum fólkið vildi hava. Absolutt ein av bestu konsertunum, sum hava verið á Gøtusandi – sjálvt tey løgini, sum fólk ikki kendu, vóru tey glað fyri.

 

Aftan á konsertina við Rag'n'Bone Man, hevði G!Festivalurin gjørt tað klóka at flyta Svanga niðan á spæliplássið – og tað beiv eitt kjokkfult spælipláss, sum sang við til sangirnar hjá Svanga, sum eru vorðnir fólkaogn. Ikki minst tá teir sungu um Paul Watson og um at lyfta fremstafingur upp, tá fáa teir alla fjøldina við.

 

Av tí at yvirvøldin í Havn ikki dugir at síggja, at á bygd kann man ballast longri enn til á midnátt, so endaði G!Festivalurin á midnátt. Men fólk hildu fram at hugna sær í fjósum, hoyggjhúsum og aðrastaðni, har gittarar og kvæðini betur koma til sín rætt.