OYL 23: Kurvabóltsmennirnir máttu lúta fyri Saaremaa

Føroyska manslandsliðið í kurvabólti tapti 55-88 fyri Saaremaa

Saaremaa bleiv sum væntað ein ov stórur biti fyri føroyska manslandsliðið í kurvabólti.

 

Føroyar taptu 55-88 fyri Saaremaa. Í hálvleikinum var Saaremaa á odda 40-25. 

 

Kurvabóltssambandið skrivar um dystin: - Sum flest øll høvdu roknað við bleiv Saaremaa ein ov stórur biti hjá okkara monnum. Okkara góvu tað sum teir høvdu og komu væl frá uppgávuni. Tað er ein sannroynd, at vit eru ikki á sama støði sum t.d. Saaremaa enn. Men vit nærkast í heilum. Júst nú spæla Ynys Mon og Wight, úrslitið av hesum dystinum avgerð hvørjum spælast skal ímóti hósdagin. 

 

Føroysku kvinnurnar spæla móti vertstjóðini, Guernsey í kvøld klokkan 19.