OYL 23: Silvur til Eyðrið, Leu og Bartal - bronsa til Róland

Svimjararnir halda fram at vinna Føroyum heiður á oyggjaleikunum á Malta

Eyðrið Mortensen (Mynd: Sabina Poulsen)

Eyðrið Mortensen (Mynd: Sabina Poulsen)

Tað er stutt millum føroysku heiðursmerkini í svimjihylinum í St. Peter Port á Guernsey.

 

Eyðrið Mortensen vann silvur í 1.500 metrar frí við tíðini 17:18.94. Kyra Rabess úr Caymannoyggjunum vann við tíðini 17:01.45.

 

Lea Osberg Højsted vann silvur í 200 metrar bringu við tíðini 2:37.24. Asia Kent úr Gibraltar vann við tíðini 2:34.30.

 

Bartal E. Eidesgaard vann silvur í 200 metrar frí við tíðini 1:52.52. Peter Allen av Oynni Man vann við tíðini 1:51.89.

 

Róland Toftum vann bronsu í 50 metrar bringu við tíðini 29.05. Charlie Joe Hallett úr Guernsey vann við tíðini 28.11.

 

Eyðrið Mortensen (Mynd: Sabina Poulsen)

Eyðrið Mortensen (Mynd: Sabina Poulsen)