OYL 23: Fleiri hava vunnið seg víðari í kappingini

Í dag skulu okkara fólk royna at vinna seg enn víðari í kappingini

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Týsdagin var skjøtil settur á kappingarnar í einmansleiki í badminton.

 

Badmintonsamband Føroya tekur soleiðis samanum á facebook-vanga sínum: - 

 

- ALLIR FØROYSKU LEIKARARNIR VUNNU SEG VÍÐARI TIL ONKRA 1/8 ELLA 1/4 FINALU

 

Eftir innleiðandi dystirnar í dag hava allir føroysku leikararnir spælt seg víðari til onkra áttandaparts ella fjórðingsfinalu. Niðanfyri er yvirlit yvir dystirnar hjá teimum. 

 

Dystarskráin mikudag.

 

Einmansleikur, menn:

Magnus: 09:00 bana 4 (og um hann vinnur so aftur kl 11:30 bana 2 + 13:00 bana 2)

Jónas-Asbjørn: 09:00 bana 6 (11:30 bana 3 + 13:00 bana 3) 

Jónas og Asbjørn hittast soleiðis longu í áttandapartsfinaluni.

 

Einmansleikur, kvinnur: 

Sanna: 09:30 bana 4 (12:00 bana 1 + 13:30 bana 2)

Ranja: 10:00 bana 3 (12:00 bana 5 + 13:30 bana 3) 

Miriam: 10:00 bana 1 (12:00 bana 3 + 13:30 bana 3) 

Um væl vil til, og Ranja og Miriam báðar vinna sínar áttandaparts- og fjórðingsfinalur, so møtast tær í hálvfinaluni. 

 

Tvímansleikur, menn:

Jonas/Árant: 10:30 bana 3 (14:00 bana 2) 

Magnus/Wong: 10:30 bana 2 (14:00 bana 3) 

 

Tvímansleikur, kvinnur:

Sanna/Bjarnhild: 11:00 bana 3 (14:30 bana 3)

Mia/Miriam: 11:00 bana 2 (14:30 bana 2)

 

Føroysku pørini hjá kvinnum og monnum hittast soleiðis í fyrsta lagi í finaluni, um tað skuldi gingið so væl, at tey vinna fjórðings- og hálvfinalur í morgin. Skrivar Badmintonsamband Føroya.

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya