Pætur Mikkjalsson gevst í Hallby tá kappingarárið er liðugt

Stórur svenskur hondbóltsmiðil veit at siga, at Pætur Mikkjalsson spælir ikki í Svøríki komandi kappingarár

Føroyski landsliðsleikarin, Pætur Mikkjalsson sum saman við Róa Ellefsen á Skipagøtu hevur verið partur av hópinum hjá Hallby í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið gevst aftaná lokið kappingarár.

 

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen veit at siga, at fimm leikarar fara at gevast í Hallby, tá hetta kappingarárið er lokið. Og ein av hesum fimm leikarunum er Pætur Mikkjalsson.

 

Sambært Handbollskanalen fer Pætur undir hægri lestur í Keypmannahavn, men ætlar samstundis at spæla hondbólt við einum liði, og kombinera lestur og hondbólt á høgum støði.

 

Tó avdúkar Handbollskanalen ikki hvørjum liði Pætur fer at spæla við komandi kappingarár. 

 

Hallby er í løtuni nummar 11 í bestu svensku hondbóltsdeildini við 17 stigum.