Petur sýnir fram málningar í Biskupstorginum í Klaksvík

Málningaframsýningin heldur fram til 15. desember

Petur Háberg Jacobsen, ið hevur verið mest kendur fyri sína tónlist er farin at gera vart við seg innan málningalistina.

 

Fyri stuttum hevði hann eina væleydnaða málningaframsýning í Williamsstovu í miðbýnum í Havn, og nú gongur leiðin til Klaksvíkar at sýna fram.

 

Frá fríggjadegnum 27. oktober og fram til 15. desember fer Petur at sýna fram málningar á Biskupstorginum í Klaksvík.

 

Framsýningar aðrastaðnis í landinum eru í umbúna.