Pláss fyri fleiri vinnuvirkjum í høvuðsstaðnum

- Tórshavnar kommuna hevur einki veruligt vinnuøki havt at vísa á, síðan kommunan fyri fleiri árum síðan fekk vinnuøkið á Skarðshjalla. Men nú verður øðrvísi, sigur Tróndur Sigurðsson

Tróndur Sigurðsson, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, fegnast um stóra áhugan, sum er fyri nýggja og velduga stóra vinnuøkinum hjá kommunu, sum liggur á hjallanum nakað oman fyri rundkoyringina millum Hvítanes og Hjalla. 

 

Avbjóðingin hjá Tórshavnar kommunu hevur verið, at kommunan einki veruligt vinnuøki hevur havt at vísa á, síðan kommunan fekk vinnuøkið á Skarðshjalla fyri fleiri árum síðan. Tað eru vinnufyritøkur og onnur vinnuáhugað, sum kundu hugsað sær at farið í holt við vinnu, men sum hava staðið á bíðilista í eini 20-25 ár.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, vísir á, at longu nú, áðrenn klárt er hjá vinnuni at fara inn á nýggja økið, eru meira enn helvtin av økjunum seld, og her er talan um bæði størri og smærri økir. 

 

- Vit hava valt at luta økini út eftir einum longum bíðilista fyrst, og síðan verða økini, sum tá eru eftir, seld øðrum áhugaðum, sum ynskja at seta seg niður her í nýggja økinum, sigur hann.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at nýggja vinnuøkið hjá kommununi, sum er heilar 100.000 fermetrar stórt, liggur sera sentralt millum nýggja innkomuvegin, sum fer niðan úr rundkoyringini sunnan fyri Hjalla og stórhøllina, sum nú verður bygd um hesar leiðir.

 

- Í nýggja vinnuøkinum verða tilsamans 27 grundstykkir, sum verða alt frá 2.000 fermetrum og upp í 10.000 fermetrar hvørt stykkið. Politiskt hevur býráðið valt at taka tvey stykkir burtur úr, sum síðan verða sundurbýtt í smærri stykkir. 

 

Hann vísir á, at tey smærri stykkini verða millum 200 og 300 fermetrar hvørt, og býráðið heldur tað vera umráðandi eisini at geva smávinnuni møguleikar at seta seg niður her. Býráðið ynskir, at smávinnan – tey, sum reka ella hava ætlanir um smærri fyritøkur – eisini skulu hava henda møguleika í nýggja vinnuøkinum.

 

Spurdur, hvør tað er, sum søkir um grundøki í nýggja vinnuøkinum, sigur hann, at talan er bæði um verandi fyritøkur, sum kanska ikki húsast undir bestu umstøðum, og so eru eisini onkrar nýggjar verkætlanir, sum vit higartil ikki hava hoyrt so nógv um.

 

- Tá vit fóru í holt við nýggja vinnuøkið, vistu vit, at her var stórur áhugi, tí tað sigur eisini talið av umsóknum, sum vit hava havt liggjandi, men sum vit ikki hava kunnað gingið á møti fyrr enn nú.

 

Tróndur Sigurðsson fegnast eisini um, at tað hevur gingið so skjótt og væl at finna út av ognarviðurskiftunum. Hetta er festijørð hjá Siggerti Patursson, bónda, sum vit hava keypt eftir avtalu við bóndan og Búnaðarstovuna, og tað er til stórt rós – bæði fyri bóndan og stovnin – at hetta hevur gingið so skjótt, sigur hann.

 

Formaðurin í teknisku nevnd er eisini sera fegin um, at arbeiðið hjá Articon, sum bæði byggir innkomuveg og Húsareynstunnilin, hevur gingið so skjótt og væl. Alt hetta tilsamans ger, at kommunan helst longu í fyrru hálvu av komandi ári kann bjóða fyrstu fyritøkunum vælkomnum inn á nýggja vinnuøkið. 

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at alt økið er longu planerað, og nú skulu so vegir og leiðingar leggjast. Avtalan er, at økið verður handað kommununi í mai næsta ár, men arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at hann bæði trýr - og hevur vónir um - at hetta verður nakað fyrr enn tað.

 

- Arbeiðið við bæði Húsareynstunlinum, innkomuvegnum og vinnuøkinum gongur væl. Sambært ætlanini verður innkomuvegurin og soleiðis eisini Húsareynstunnilin klárur at taka í nýtslu hin 1. november í ár, og longu á ólavsøku í ár er ætlanin, at stórhøllin – sum nú kallast Við Tjarnir – stendur innilokað á ólavsøku.

 

Formaðurin í teknisku nevnd leggur aftrat, at stórhøllin Við Tjarnir verður tikin í nýtslu longu hin 29. januar næsta ár.