Putin: Allir illgerðarmenn frá Moskva-álopi tiknir

Teir, ið verða hildnir at vera illgerðarmenn hanan álopið á konserthøll í Moskva royndu at flíggja til Ukraina.

 

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Allir illgerðarmenninir handan álopið í Moskva í gjákvøldið eru handtiknir. Teir royndu at flíggja til Ukraina, tá teir vórðu tikinir.

Tað sigur forsetin í Russlandi, Vladimir Putin.

Hann heldur í dag røðu fyri russiska fólkinum um ógvusliga álopið, sum hevur kostað í minsta lagið 115 fólkum lívið.

Sambært russisku myndugleikum vísa fyribils kanningar, at fólkini doyðu av skotum og roykeitran.

Eldur kom eisini í í sambandi við álopið.

 

##med2##

Kanningarnevndin hjá Russlandi metir, at eldurin varð ásettur við brandbarari veskur.

Álopið var í gjárkvøldið í Crocus City Hall í Krasnogorsk, sum er ein forstaður til russiska høvuðsstaðin Moskva.

Putin hevur í sambandi við álopið lýsta landasorg í Russlandi.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv eru handtikin. Men fyrr í dag upplýsti russiska fregnartænastan FSB, at 11 persónar eru handtiknir.

Fýra teirra vóru sambært FSB beinleiðis uppi í sjálvum álopinum.

Samstundis upplýstu russisku myndugleikar tó, at teir fara at jagstra fleiri møguligar illgerðarmenn.

/ritzau/

 

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Pavel Byrkin/Reuters/Ritzau Scanpix