Rás2 skiftir navn til FM1

Síðani útvarpsrásirnar Rás2, VoxPop og KissFM løgdu saman síðst í 2014 hevur ætlanin verið at skifta navn á høvuðsrásini, Rás2. Og tað verður gjørt í dag.

 

– Orrustan seinastu tíðina um navnið hevur skundað undir avgerðina, tí felagið ynskir ikki í nakað stríð um hetta mál, sum einki hevur við okkara felag at gera, sigur Petur Zachariassen, stjóri í FM1.

 

FM1 fer framhaldandi at halda somu kós við tíðindum fimm ferðir um dagin, góðum tónleiki, innsløgum, sendingum og nógvum ítrótti.

 

FM1 er útvarpsrásin, sum ger nógv mest burtur úr føroyska ítróttinum, og tað fara vit framhaldandi eisini at gera.

 

– Seinastu tíðina hava vit útbygt sendinet okkara soleiðis, at vit hoyrast enn betur kring landið. Og henda útbygging fer at halda fram komandi tíðina, sigur Petur Zachariassen, stjóri í FM1.