Republikanarar umhugsa yvirlýsing ímóti Trump

Nógvir av floksfeløgunum hjá Donald Trump í Kongressini taka undir við atfinningunum ímóti forsetanum og tí, sum hann hevur sagt.

 

Fleiri republikanskir limir í kongressini umhugsa at samtykkja eina yvirlýsing sum stuðlar fregnartænastuni hjá USA. Tað skrivar AP tíðindastovan.

 

Tað er eftir at Donald Trump sáddi iva um niðurstøðuna hjá síni egnu fregnartænastu um, at Russlandi blandaði seg upp í amerikanska valstríðið undan forsetavalinum í 2016.

 

Orðini hjá Trump, so harðliga verður funnist at, vórðu søgd á fundið við russiska forsetan, Vladimir Putin, í gjár.

 

– Eg havi stórt álit í míni fregnartænastu, men tit skulu vita, at Putin forseti upp á tað harðasta afturvísir tí, segði Trump á tíðindafundinum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.

 

Rebublikanarin Will Hurd úr Texas, sum er limur í umboðsmannatinginum, sigur, at tosið um eina yvirlýsing hevur tikið dik á seg eftir útsøgnina hjá Trump í gjár.

 

– Fer tað at broyta nakað? Helst ikki, sigur hann við sjónvarpsstøðina CNN.

 

Yvirlýsingar samtyktar í Kongressini eru ikki lógliga bindandi, men kunnu geva forsetanum eitt sterkt signal.

 

Fleiri rebublikanarar taka undir við kritikkinum av Trump.

 

– Forsetin  leiðir ikki. Vit samráddist úr einum veikum sjónarhorni í gjár. Vladimir Putin fór av fundinum sum sigursharrin, sigur republikanski senatorurin Ben Sasse við sjónvarpsstøðina CBS.

 

Ein annar republikanskur limur í Umboðsmannatinginum, Adam Kinzinger, heldur framferðina hjá Trump verðu »ógvuliga pínliga«.

 

Ein av harðastu útsøgnunum kom frá John McCain, sum lýsir viðmerkingarnar hjá Trump í Helsinki sum »ein av teimu mest vanærandi framførslunum hjá einum amerikonskum forseta í nýggjari tíð«.

 

Líknandi atfinningar eru frá øðrum republikansku senatorum, sum brúka orð sum »nasvíst« og »bizar« um úttalilsini hjá Trump.

 

Ein av stuðlunum hjá Trump í longri tíð, fyrrverandi formaðurin í Umboðsmannatinginum. Newt Gingrich, heldur, at Trump má forklára sínar viðmerkingar.

 

– Hetta er tann álvarsamasti feilur hjá honum í forsetaskeiðnum og má rættast – umgangandi, skrivar Gingrich á Twitter.

 

Trump kemur í kvøld ivð eini fráboðan um ógvusliga kritiseraða toppfundin við Putin. Tað verður gjørt beint áðrenn ein planlagdan fund um skattapolitikk við kongresslimir nú klokkan 19, sigur talskvinnan hjá Hvítu Húsunum, Sarah Sanders.

 

Minst ein senatorur, Rand Paul hevur opið stuðla Trump. Hann sigur í sjónvarpssendingini PBS NewsHour, at kritikkur vísir bara, hvussu nógv fólk hata Trump.

 

Á Twitter takkar Trump í kvøld Rand Paul fyri stuðulin.

 

/ritzau/AP