Rigmor bleiv ikki feld

Fyri løtu síðani atkvøldd løgtingið um misálitisuppskotið, sum andstøðan reisti móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.

 

Andstøðan vildi vera við, at hon hevði misrøkt sína ábyrgd sum landsstýrisfólk í samband við niðurstøðuna hjá mentamálaráðnum, um at uppsøgnin hjá Johnny í Grótinum av Liljuni Weihe, var óheimilað.

 

Eftir orðaskiftið í hálvan fimta tíma, kom so atkvøðugreiðslan og sum fráboðað longu fyrrapartin, atkvøddu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ímóti uppskotinum. Afturat samgonguni valdi Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, at atkvøða saman við samgonguni.

 

Sostatt er RIgmor Dam enn landsstýriskvinna í mentamálum.