Ringkøbing tapti stórt fyri Odense

Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing máttu leggja rygg til stórtap

Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing ferðaðust í dag úr Jútlandi til Fjón fyri at spæla dyst móti toppliðnum, Odense í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Odense var undan dystinum stórur favorittur til at vinna dystin, og tað sást eisini á vøllinum.

 

Odense vann stórsigur . Longu í steðginum var alt avgjørt. Tá var Odense á odda 23-8.

 

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum kunnu vit tó fegnast um, at Rakul stóð seg munandi betri enn kappingarneytin, Ida Vium í málinum hjá Ringkøbing. Rakul bjargaði 27,6 prosent av málroyndunum, meðan Ida Vium bert bjargaði 6,25 prosent av málroyndunum.

 

Ringkøbing er nummar 10 í deildini við 17 stigum. Nú bert tveir dystir eru eftir at spæla í grundspælinum er greitt, at Ringkøbing verður eitt av teimum fimm liðunum, ið skal spæla dystir um at sleppa undan niðurflyting.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð. Tá tekur Ringkøbing ímóti Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg á heimavølli.