Rundkoyringin kemur undan kavi

Um ein góðan mánað verður liðugt at føra teir 70 túsund rúmmetrarnar av gróti til rundkoyringina út fyri Rókalandinum

Um ein góðan mánað verða teir lidnir at føra grót frá tunnilsmunnanum á Strandalandinum og til staðið, har rundkoyringin út frá tunnilsmunnanum í Rókini skal vera.

Í morgun varð flakin, sum í ódnarveðrinum síðsta vikuskifti sleit seg leysan á Strondum og rak inn til Søldarfjarðar, togaður av Strondum og yvir undir Rókalandið. Nú liggur hann á staðnum, har grót seinastu mánaðirnar er slept niður. Fyllingin er nú komin so mikið langt upp, at maskinan, sum er á flakanum, røkkur niður at arbeiða við grótinum.

Avmarking úti í sjónum ber boð um, júst hvussu langt eysturi innara síðani av rundkoyringini - ímóti Runavík - verður.

 

-Talan er um 70 túsund rúmmetrar av gróti – í føstum máti. Vit rokna við, at tað verður liðugt at flyta grót til rundkoyringina, sum verður norður úr ella inn úr Rókalandinum, um mánaðarskiftið februar/mars, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar.

 

Tað er grótbáturin SIRI hjá J&K Petersen, sum førir grót tvørturum Skálafjørðin. Tað ger hann í vikuskiftunum, meðan hann hinar dagarnar førir grót av Glyvursnesi og inn á Havnina, har grótið verður brúkt í sambandi við havnarútbyggingina eystarumegin.