Sävehof vann seg trygt víðari til hálvfinalurnar

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu aftur stórsigur á Malmö í kvøld

Í kvøld spældu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof triðju fjórðingsfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Malmö á heimavølli í Partille.

 

Sävehof vann stórsigur 34-24. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12. 

 

Sävehof vann eisini tær báðar fyrru fjórðingsfinalurnar, har spælt verður best av fimm dystum. Sävehof vann sostatt fjórðingsfinalurnar móti Malmö 3-0.

 

Óli skoraði seks mál í kvøld, og legði sum vant upp til fleiri mál hjá viðleikarunum. Óli gjørdist saman við Pontus Brolin toppskjútti hjá Sävehof í kvøld.

 

Týsdagin 23. apríl tekur Sävehof í Partille móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í fyrru fjórðingsfinaluni í EHF European League.

 

Tað eru bara Sävehof og Ystad, ið eru klár til hálvfinalurnar í bestu svensku hondbóltsdeildini. Í uppgerðini millum Hammarby og verandi meistararnar, Kristianstad er støðan 2-1 til Kristianstad, og í uppgerðini millum Skövde og Önnered er støðan 2-1 til Skövde.

 

Sävehof møtir vinnarunum av uppgerðini millum Hammarby og Kristianstad í hálvfinalunum. Av tí, at Sävehof er vinnari av grundspælinum fáa teir tríggjar heimadystir um samlaða uppgerðin fer til fimm dystir.