Signar tekur Skarv

Í kvøld spælir Signar í Homrum á útisetavertshúsinum Skarv í Keypmannahavn. Saman við Signari á pallinum verður eisini trúgvi fylgisneytin John Johansen.

Signar í Homrum er millum virknastu spælimenn í Føroyum, og hann spælir eisini av og á í Danmark.

– Tað er altíð hugaligt at sleppa at spæla fyri útisetum í Danmark, og vit gleða okkum til framførsluna á Skarv í kvøld, sigur Signar í Homrum.

Signar í Homrum og John Johansen fara á pallin kl 01.00 í nátt.