Sigursrøðin í Sarpugerði heldur fram

Géza Dávid Turi var málskjútti, tá ið Víkingur tryggjaði sær fulla úrtøku í oyggjauppgerðini ímóti Skála

Tað er einki nýtt undir sólini. Summarmáladagur er, og tað er hvítt í fjøllunum, og á fótbóltsvøllunum gongur tað soleiðis, sum tað hevur gjørt higartil í ár, og sum tað gjørdi stóran part av árinum í fjør.

 

Víkingur hevur riðið á framúr bylgja í meiri enn tíggju mánaðir. Víkingarnir eru farnir frá sigri og til sigur, og aftur í dag vunnu víkingarnir.

 

Í dag var talan um oyggjauppgerð á heimavølli, og í Sarpugerði endaði tað við 2-1 sigri ímóti Skála.

 

Skála var væl skipað í verjupartinum, sum skálamenn vóru tað ímóti KÍ fyri viku síðani, og eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin eydnaðist tað heimaliðnum at fáa hol á. Og tað vóru tveir fyrrverandi spælarar hjá Skála, sum áttu málið. Jákup Johansen átti uppleggið, og úr stuttari fjarstøðu var tað væl upplagdi Poul Kallsberg, sum setti bóltin í málið.

 

Og miðskeiðis í seinna hálvleiki var Jákup Johansen aftur upp á spæl. Hann átti næstsíðsta fótin á, og málskjútti var miðvallarin Géza Dávid Turi, sum nú hevur skorað tvey mál í ár, eftir at hann í fjør skoraði fyrsta árið yvirhøvur í bestu deildini.

 

Sjey minuttir undan leikloki kveiktist spenningurin aftur. Eftir horna úr høgru var tað Kristian Martin Jakobsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið.