Sjeyndi dystur millum Føroyar og Danmark

Í kvøld spæla Danmark og Føroyar landsdyst í mansfótbólti fyri sjeyndu ferð

Føroyar vitjaðu í Parkini í Keypmannahavn í 2021og gjørdist tá fyrsta liðið at skora ímóti Danmark í HM undankappingini til endaspælið í Qatar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Í kvøld er landsdystur millum Danmark og Føroyar í mansfótbólti á Brøndby Stadion. Talan er um annan vinardyst í ár, hin fyrri var móti Liktinstein, sum Føroyar vunnu 4-0. Talan er um størri avbjóðing í kvøld, men Håkan Ericson hevur sagt, at hann fer at gera nógvar útskiftingar, líka mikið, hvussu gongdin verður í dystinum.

Her nøkur fakta um føroyska liðið:

* Fótbóltssamband Føroyar varð stovnað í 1979.

* Í 1988 fekk sambandið limaskap í altjóða fótbóltssambandinum Fifa, og í 1990 gjørdist sambandið limur í evropiska fótbóltssambandinum Uefa.

* Føroyar spæla heimadystin sínar á Tórsvølli í Havn, har pláss er fyri 5.000 áskoðarum til altjóða dystir.

* Føroyar hava ongantíð vunnið seg til EM ella HM endaspæl.

* Sviin Håkan Ericson er føroyskur landsliðsvenjari. Hann tók við starvinum eftir danan Lars Olsen í desember í 2019.

* Fýra føroyskir spælarar hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti: Mattias Lamhauge (FC Fredericia), Daniel Johansen (Thisted), Hördur Askham (AB) og Adrian Justinussen (Hillerød).

* Føroyar liggja sum nummar 135 á styrkilistanum hjá Fifa.

Áður spældir almennir A-landsdystir millum Føroyar og Danmark:

* 1990: Danmark - Føroyar 4-1 (EM-undandystur).

* 1991: Føroyar - Danmark 0-4 (Landskorna, EM-undandystur).

* 2000: Føroyar - Danmark 0-2 (venjingardystur).

* 2020: Danmark - Føroyar 4-0 (venjingardystur).

* 2021: Føroyar - Danmark 0-1 (HM-undandystur).

* 2021: Danmark - Føroyar 3-1 (HM-undandystur).

Keldur: Fótbóltssamband Føroya, Fifa og dátugrunnur hjá DBU.

/ritzau/

 

Føroyar vitjaðu í Parkini í Keypmannahavn í 2021og gjørdist tá fyrsta liðið at skora ímóti Danmark í HM undankappingini til endaspælið í Qatar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix